Tað ber ikki til at gera tað bíligari hjá fólki at ferðast við Smyrli við húsvognum og við húsbilum.
Tað staðfesti Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, á kunnandi fundi um Suðuroyartunnilin í farnu viku.
Annars heldur Jógvan Skorheim, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri, at tað eigur at verða bíligari, og hann hevur biðið Henrik Old greiða Løgtinginum frá, um ætlanin er at gera nakað við tað.
Annars er tað nú vorðið bíligari at ferðast við Smyrli við bussi og tað varð gjørt fyri at menna ferðavinnuna í Suðuroy. Og Jógvan Skorheim heldur, at tað hevði ment ferðavinnuna enn meiri, verður tað eisini bíligari at ferðast við húsvognum og húsbilum.
Men Henrik Old sigur, at tað ber ikki til, tí longu sum er, er Smyril við at fáa trupulleikar at føra allan farmin, sum skal førast.
– Tað er rættiliga nógvur farmur, og tá ið gongd er í alingini, og øllum fiskavirkjunum, stendur mangan á at føra tað aftur og fram, sum skal førast. Tað verður trengri og trengri umborð á Smyrli, og ferðslan veksur rættiliga skjótt, sigur hann.
Hann vísir á, at seinastu árini hevur gongdin í ferðafólkatalið, og á bilum, sum Smyril førur, verið hesi:
2009: 207.000 ferðafólk og 79.000 bilar
2015: 223.000 ferðafólk og 84.000 bilar
2016: 242.000 ferðafólk og 91.000 bilar.
– Sum tað sæst, fær Smyri alsamt meiri og meiri at føra, og tað ber ikki til at lækka prísin fyri húsvognar og húsbilar, tí so veksur flutningurin av teimum nógv. Og hendir tað, er tað rættiliga skjótt, at kapasiteturin hjá Smyrli verður sprongdur, sigur Henrik Old.