Nakrir persónar vórðu sæddir við fýrverki í Miðvági

Fyrr í vikuni fekk løgreglan fráboðan á miðjari nátt um, at buldur og brak var at hoyra um alt Miðvág, har fólk lógu vakin orsaka av hesum.

 

Fyrr í vikuni fekk løgreglan fráboðan á miðjari nátt um, at buldur og brak var at hoyra um alt Miðvág, har fólk lógu vakin orsaka av hesum.

 

Tað vísti seg, tá ið løgreglan kom á staðið, at ein rúgva av fýrverki lá samlað á keiðini undir Ellisheiminum í Miðvági, og eldur reyk úr rúgvuni.

 

Løgreglan kannaði sær tá spor at ganga eftir, tí um onkur fór at boða frá, at fýrverk var stolið, so hevði løgreglan nakað at fara eftir.

 

Men í dag sigur vakthavandi á løgreglustøðini, at eingin fráboðan hevur verið um stuldur. Heldur kann løgreglan staðfesta, at fýrverki kom ikki frá innbroti, tí løgreglan veit hvar tað kom frá.

 

Løgreglan í Vágum hevur fingið málið um hendi, tí nakrir persónar vórðu sæddir á staðnum hasa náttina, og teir skal løgreglan nú tosa við. Um so er, at man finnir fram til, hvør setti eld á fýrverki, so er talan um brot á politiviðtøkurnar.