Danska veðurstovan DMI sigur í dag, at hendan vikan verður kanska ikki serstakliga sólrík, men hon verður heit kortini. Tí alla vikuna eru upp í 12 - 15 stig á skránni
Í dag verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 - 10 m/s, sum seinni í dag minkar niður í 3 - 7 m/s. Tað verður skíggjað og turt, men seinnapartin fer at regna av og á. Hitin millum 8 og 12 stig.
Í morgin verður lítið av vindi, lot til andøvsgul av suðri, 3 - 7 m/s, sum seinni minkar niður um 5 m/s og snarar í ein vestan. Um náttina 3 - 7 m/s av vestri. Skíggjað og eitt sindur av regni. Hitin millum 10 og 14 stig.
Hósdagin somuleiðis at kalla eingin vindur, undir 5 m/s, um náttina 2 - 6 m/s av landsynningi. Turt og skíggjað. Hitin millum 10 og 15 stig, um náttina niður í 8 - 10 stig.
Fríggjadagin sigur hann somuleiðis 3 - 7 m/s av suðri og landsynningi. Turt og skíggjað og hitin millum 10 og 13 stig, um náttina 10 stig. Leygardagin sama skil, 4 - 8 m/s av suðri og landsynningi, sum seinni snarar í ein vestan og veksur til 5 - 10 m/s. Tá verður skíggjað og nakað av regni um dagin, men um kvøldið og um náttina klárnar í. Hitin millum 10 og 13 stig og niður í 7 - 10 stig um náttina.
Sunnudagin sær sólin, tað verður 4 - 9 m/s av vestri, sum seinni snarar í ein útsynning. Turt og sól, men um náttina skíggjað. Hitin millum 10 og 13 stig, um náttina 8 - 10 stig.










