Nakrir fáir reiðarar fáa tvær milliardir úr landskassanum

Virðið á fiskiríkidøminum undir Føroyum er meiri enn tvær millardir vert og tað lata politikararnir nakrar fáar reiðarar fáa fyri einki, sigur Búskaparráðið

Tilfeingisrentan í føroysku fiskivinnuni er yvir tvær milliardir krónur.

Tað metir Búskaparráðið

Men stamstundis staðfestir Ráðið, at eingin kann siga við vissu, hvussu stór tilfeingisrentan er í føroysku fiskivinnuni í løtuni, tí vit hava ongan frían marknað, har søla av fiskidøgum kann fara fram.

Ráðið hevur kortini gjørt nakrar metingar, har hugt verður eftir tiemum skipasølum, sum eru farnar fram seinastu árini.

Tá ið skip verða seld, eru fiskiloyvini onkuntíð við í søluni.

- Prísurin á fiskiloyvinum er tann upphædd, sum keyparin væntar at fáa burturúr fiskitilfeinginum, sigur Búskaparráðið.

Sostatt má tað sigast at vera virðið á tí órørda fiskinum í sjónum.

Men í hesum sambandi vísir Búskaparráðið á, at sølurnar hava ikki verið lýstar alment og tí fingu øll ikki møguleika at bjóða.

- Hesar sølur eru kortini áhugaverdar at hyggja eftir, tá ið ein skal meta um tilfeingisrentuna, tí í øllum førum kann staðfestast, at var talan um fría sølu, hevði søluprísurin ikki verið undir galdandi søluprísi, sigur Búskaparráðið.

- Væntast kann jú, at keyparin eisini hevði bjóðað í einari fríari sølu.

Niðanfyri hevur Ráðið so gjørt eina talvu við mettum søluprísum á føroyska fiskiflotanum við fiskiloyvum og haraftrat sæst søluprísurin á skipum uttan fiskiloyvi.

Tølini byggja á tær sølur, sum hava verið seinastu árini fram til á heysti 2006.

Búskaparráðið sigur, at tað er vert at leggja til merkis, at sølurnar góvu ein væl hægri prís, tá ið skipini vórðu seld við fiskiloyvum.

Til dømis var miðal søluvirðið á partrolarum 18 milliónir krónur, men av tí var fiskiloyvið vert 12 milliónir krónur.

Tað vil siga, at tá ið ein selur eitt slíkt skip, fær ein 12 milliónir krónur fyri fiskiloyvið.

Kanningin vísir, at tilfeingisrentan í føroysku fiskavinnuni kann metast at vera yvir tvær milliardir krónur.

Hvat er tilfeingisrenta?

Støðan hjá Búskaparráðnum bendir enn einaferð kjakið inn á illa umstrídda hugtakið um tilfeingisrentu. Men niðanfyri vísir Ráðið eitt dømi um, hvat tilfeingisrentan er:

Virðið á tí órørda tilfeinginum, eisini kallað tilfeingisrentan, er tann peningaliga upphædd, sum tilfeingið kann seljast fyri, áðrenn mannahond hevur nortið við tað.

Hetta er til dømis tað marknaðarvirðið, ið silvur hevur í einum námi, áðrenn arbeiðsmenninir hava tikið tað úr náminum. Ella hetta er marknaðarvirðið, ið træið hevur í skógini, áðrenn skóghøggarin hevur sett øksina á tað, og tað marknaðarvirði, ið fiskurin hevur í sjónum, áðrenn fiskimaðurin hevur fingið fiskin í trolið.

Hetta kann verða lýst við einum dømi.

Vit hugsa okkum, at landsstýrið lýsir 10 fiskidagar til sølu í útvarpinum. Tann hægst bjóðandi fær fiskidagarnar, og boðini frá fólki, sum hava hug á vinnuni, verða send til landsstýrið. Tað vísir seg, at tann hægst bjóðandi vil geva 10.000 kr. fyri fiskidagarnar. Tá hevur keyparin fingið 1 fiskidag fyri 1.000 krónur og um skipið hjá viðkomandi fiskar í miðal 1.000 kilo um dagin, er tilfeingisrentan 1 króna fyri 1 kilo av fiski.

Sí eisini greinina um, at samgongan økir um stættarmunin í Føroyum.