Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at tað var rættiliga friðarligt í býnum í Havn í nátt, og tað var heldur ikki so ógvuliga nógv fólk at síggja í býnum.
- Eg haldi, tað merkist, at nakrir túsund føroyingar í løtuni eru í Berlin og fylgja hondbóltslandsliðnum, og vit hava eisini havt stundir at verið úti og kannað ferðsluna.
Onkur spældi heldur harðan tónleik í onkrum húsum í nátt, og her var løgreglan á staðnum og bað tey dempa tónleikin eitt sindur. Annars hevur tað verið stak friðarligt.
- Vit hava havt ferðmátingar í Eysturoy, bæði í bygdum og óbygdum øki, og her fingu fýra bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt, leggur vaktleiðarin aftrat.