Nakrir bólkar á G! í kvøld

Óváttað tíðindi, sum tó eru frá sera álítandi keldum, siga, at klokkan 21:30 fer tann fyrsti av 5 bólkum á pall á G!, men hetta verður á pallininum á spæliplássinum. Fleiri tjaldarar eru farnir heim, sigst, og uppaftur onnur eru farin at tosa um G!moll, men hetta forðar ikki fyrieikarunum í at herja á og seta ársins G!festival í gongd. Veðrið hevur tarnað festivalinum, men klokkan 21.30 bygjar G! 2010.

Moto Boy fer á pall klokkan 21:30, FM Belfast klokkan 22:30, Lucy Love klokkan 23:50, Týr klokkan01:20 og Froðbiar Sóknar Bluesorkestur klokkan 02:50.