Travel Mart
Vit hava nakrar samrøður eftir, sum vit gjørdu á Vestnorden Travel Mart í síðstu viku í Keypmannahavn, og eitt nú fara vit at tosa við fólk, sum hava busskoyring og bussferðir í Føroyum. Vit høvdu eisini prát við GreenGate Incoming, sum bæði høvdu seljarar og keypara við á Vestnorden Tavel Mart. Á myndini síggja vit umboð fyri 62 (stig) Norður, Mariu og Kent, og kanska vit fara at spyrja tey, hvussu ferðavinnustevnan nú eydnaðist fyri teirra virksemi. Samlaða talið av føroyskum útbjóðarum var umleið 12, harav tey størstu flutningsfeløgini, Atlantic Airways og Smyril Line, bæði vóru við.