Nakrar illveðursmyndir

Illveðrið hevur gjørt nógv um seg í gjár og í nátt. Og veðurtíðindini boða ikki frá góðum í dag.

Í Klaksvík reiv tekjan av Spaniastovu, meðan Rani Nolsøe spældi í sambandi við útgávutiltak.

Í Hvalba hevur grótkastið fingið stóran skaða. Tað fekk stóran skaða í ódn fyri nøkrum árum síðani.

Yvir við Strond í Havn er vegurin undir í sjógvi. Tá eysturætt er, er nógvur uppgangur har um leiðir, og nógv órudd er skolað upp á vegin við gamla ruskplássið millum kampingplássið og hølini hjá Føroya Ellisakførum.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##