Nakrar hugleiðingar í samband við Vágatunnilin

Fyrst fari eg at ynskja vágafólki hjartaliga tillukku við fasta sambandinum um Vestmannasund. Nú er Vágoyggin ikki longur ein útjaðari, men má sigast at vera vorðin ein partur av miðstaðarøkinum.

Alt er relativt, segði ein góður maður. Í hesum sambandinum merkir hetta stóra framstig hjá Vágoynni, at t.d. Sandoyggin er farin líka langt eftir hæli, sum Vágoyggin er farin fram. Prísurin at ferðast um Skopunnarfjørð er relativt hækkaður, tænastustøðið er lækkað og vinnulívið er vorðið minni kappingarført. Tá Norðoyartunnilin væntandi um stutta tíð verður veruleiki, verða bert tvey útjaðaraøki eftir, nevniliga Sandoy og Suðuroy umframt útoyggjarnar, sum eru í uppaftur verri støðu enn nevndu øki.
Sandoyggin eigur sjálvandi at vera næsta øki aftaná Norðoyggjar, ið fær fast samband, men til tað tíð krevst, at okkurt munagott verður gjørt, so Sandoyggin ikki heilt dettur niðurmillum. Hóast tað var eitt stórt framstig, tá TEISTIN kom, so skerst ikki burtur, at kapasiteturin verður alt ov lítið útnyttaður. Tað kann ikki vera rætt, at sambandið við meginøkið verður kvett kl 1830 á kvøldi. Ein annar bági er, at fólk í Sandoynni, sum arbeiða ella lesa í Havn, mugu fara úr Skopun kl 0630 á morgni, tí TEISTIN skal út í Hest eftir nøkrum fáum og oftani ongum ferðafólki á veg til Gomlurætt. Skipast má fyri farti úr Hesti fyrsta túr á morgni beinleiðis á Gomlurætt, so folk úr Sandoynni, sum skulu møta í Havn kl 0800, kunnu fara úr Skopun kl 0700 ella kanska 0710, tá vegurin til Gomlurætt er liðugur.
Vinnan í Sandoynni er ógvuliga einstáttað. Her er so at siga bert flakavinna umframt ein fiskiflota, sum heldur er minkaður enn vaksin síðan kreppuna. Sandoyggin er tí ógvuliga viðbrekin fyri bakkøstum í fiskivinnuni og krevur fleiri bein at standa á. Í langa tíð var roynt at fáa aliloyvi til oynna, men hesum forðaðu myndugleikarnir fyri við tí grundgeving, at Sandoyggin skuldi vera lívfiskaøki burturav. Harvið er Sandoyggin avskorin frá at fáa lut í alivinnuni, sum annars kundi verið eitt gott alternativ til aðra vinnu. Afturfyri mugu vit so krevja, at alt arbeiði, sum hevur við lívfisk at gera og gransking á økinum, skal fara fram í Sandoynni. Men skal veruligur framburður verða í oynni, er neyðugt, at samarbeiði í oynni verður styrkt, tí taka vit ikki tøk í felag, verður okkum ikki lív lagað. Alt fleiri uppgávur vera í framtíðini lagdar út á kommunurnar. Tí er neyðugt við tøttum og góðum samstarvi millum kommunurnar í oynni og millum kommunurnar og landspolitikkararnar. Eftir ætlan eru nøkur mál í umbúna at fremja í oynni. M.a. eitt sambýli til ófullfør fólk, listaskúli og ítróttarhøll. Neyðugt er, at allir partar seta seg saman og planleggja, hvussu hesi mál verða framd, so tey ikki ikki detta niðurfyri ella verða tarnað av stríðið um t.d., hvar hesir stovnar skulu liggja.
Vágafólk hava staðið ótrúliga væl saman um tiltøk øllum økinum at frama. Ein frukt av hesum samanhaldi er tunnilin undir Vestmannasundi. Samanhald gevur styrki, tað er sjón fyri søgn!