Eftir at hava arbeitt í vatnverkinum hjá Tórshavnar kommunu í fimm ár, byrjaði Evert Guttesen um páskirnar í 2010 at arbeiða sum gravari og førari á líkvogninum hjá kommununi.
- Vit grava fleiri enn hundrað gravir her í kirkjugarðinum við Velbastavegin um árið, og vit koyra í allari kommununi. Í onkrum bygdum, eitt nú í Nólsoy og Kollafirði, eru gravarar, men eisini her koyra vit til jarðarferðir.
Tá In.fo hitti Evert Guttesen í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin, var hann í holt við ymiskt fyrifallandi arbeiði.
- Tá vit ikki grava ella koyra, taka vit okkum av ymiskum øðrum arbeiði, og tað er altíð nóg mikið at taka hond í. Kirkjugarðurin er stórur, og her er nógv sum skal gerast og haldast.
Hann sigur, at tá ein tíð er liðin eftir, at jarðarferð hevur verið, plaga avvarðandi at biðja um, at kransar og blómur verða tikin av aftur grøvini.
- Hesum arbeiði taka vit okkum sum oftast av, og vanligt er, at kransar og blómur liggja á grøvini í einar tvær til tríggjar vikur, kanska eitt sindur longur um veturin enn um summarið. Blómurnar torna og følna gjarna skjótari um summarið, tá luftin er heitari, og tað er turrari veður.
Evert Guttesen sigur, at tá grøvin er ruddað, verður hon slættað og snøggað. Umframt at koyra lík í Tórshavnar kommunu, verður av og á eisini koyrt á flogvøllin at heinta lík, sum koma úr útlandinum.
Hann vísir á, at uppgávurnar hjá einum gravara og líkvognsførara eru ymiskar.
- Tá jarðarferð er, og vit koma út móti kirkjugarðinum her við Velbastaðvegin, ringja vit eisini við klokkuni, sum er í kappellinum. Hetta gera vit við eini fjarstýring, sum vit hava í bilinum, sigur Evert Guttesen.
Meðan vit standa í kirkjugarðinum og práta, sigur hann, at teir gjarna hava einar tvær ella tríggjar gravir, sum standa klárar.
- Kommunan er stór, og vit noyðast at hava nakrar opnar gravir standandi. Men, vit vita ikki, hvør fer í hesar gravir, og í prinsippinum kann tað eins væl verða eg sjálvur, sum nakar annar, sigur hann álvarsamur.
Tað eru skjótt fimmti ár síðan, at Evert Guttesen byrjaði at koyra maskinur, og í fleiri ár arbeiddi hann hjá ymiskum entreprenørum.










