Nakni kokkurin skrivar til ST

Jamie Oliver, eisini kendur sum Nakni kokkurin, hevur í opnum brævið til ST heitt á tey um at seta sjóneykuna á matin hjá heimsins børnum.

Jamie Oliver hevur í fleiri ár arbeitt fyri, at maturin í skúlunum skal gerast soltnari, og hansara "Food Revolution" hevur fleiri miliónir av stuðlum. Ein av teimum kendastu er fotomodellin Claudia Shiffer.


Í brævinum til ST skrivar Jamie Oliver millum annað soleiðis: "Tað, sum nógv ikki hava skilt er, at trupulleikin ikki bara er í teimum ríku londunum. Fiti drepur fleir, enn hungur ger."


Orsøkin til at brævið hjá Jamie Oliver var sent í hesum døgum er, at ST hevur fund í New York har sjúkdómar, ið ikki smitta, verða viðgjørdir. ST aðalskrivarin Ban Ki-moon hevur í hesum høpi tosa um at seta sjóneykuna á ein sunnan lívshátt.


Kronisk sjúka, har fiti er ein týðandi partur, drepur árliga fleiri enn 36 miliónir menniskju, og komandi 20 ár er vandi fyri at talið fer upp á heilar 52 miliónir, skrivar World Economic Forum.


Hvussu brævið hjá Jamie Oliver varð móttikið, er enn ikki nakað at frætta um.


Les alt brævið inni á www.jamieoliver.com