Nakni keisarin

Jónas Johnsson

Paradoksið er, at revsilógarinnar anti-diskriminatións-grein sjálv ger mannamun. Tað er ein grov mótsøgn. Og líkist H. C. Andersens ævintýri um keisarans nýggju klæðir  ikki ein tráður á kroppinum, men øll søgdu, hvussu vøkur tey vóru - uttan drongurin, ið rópti. »Hygga, hann er spill nakin«.

At velja bólkar út, er eisini at velja bólkar frá. At gera mannamun. Tað vita í hvussu er mínar hønir. Lógarsvansið í hesum er fyri leikum at síggja tjúkt undirstrikað av øllum stríðnum fyri at sleppa uppí greinina. Poengið er, at eru tey samkyndu uttanfyri, so eru so nógv onnur eisini uttanfyri! Tjóðveldið frávaldi allar hinar nógvu forfjónaðu bólkarnar, tá ið tey valdu at stríðast fyri bólkin, sum markerar seg við sex driftum. Tjóðveldið ger tískil mannamun! Kanska eru tey sær ikki hetta medvitað, um øll tey nógvu, sum tey so illa hava svikið? Antin er lítið hugsað, ella eru tey sera selektiv fyri tí kynsliga.

Støðan er jú, at hópin av forfjónaðum bólkum kundu trýst á. Men áhugin er ikki vaknaður. Og tey minst mentu orka ikki. Tey eru verri fyri enn so. Hesi, sum mest hava brúk fyri verjuni. Nei, vit eiga at viska allar hinar bólkarnar út uttan tó at útihýsa nakran, og skriva orðið øll. Og tað merkir, at allir einstaklingar og allir bólkar eru íroknaðir verjuna, sum greinin er ætlað til!

Eitt slíkt uppskot samsvarar punktliga stevnuskrá Sjálvstýrisfloksins á 1. síðu. Eingin nevndur, eingin gloymdur - eru ofta nýttu salomonisku orðini, ið kunnu leggjast afturat.

Stutta uppskotið, sum er borið fram, tryggjar betri dygdina. Eingin bólkur fær nú gjørt dælt av verjugreinini til nakað, ið hon ikki er ætlað. Bindast má fyri tí. Nú áttu so øll at frøtt seg, tí nú eru øll tryggjað lógarverju. Og vit sleppa undan destruktiva áhaldandi tvídráttinum, sum ger, at bæði sek og ósek verða skotin og happað i kampens hede. Men vónandi ikki av hesum.

Gleðilig jól.