Men í hósdagsútgávuni av internetsosialinum fingu vit greiðar ábendingar um, at føroyingar ikki eru pettið annarleiðis enn onnur fólk, hvat nakinleika viðvíkur.
Á internetsosialinum er mest lisna søga í hósdagsblaðnum tann um bera yvirkroppin hjá Jóannesi Lamhauge, og tann næstmest lisna er um amerikanskar damur í bikini, sum vaska bilar fyri fólk. Niðurstøðan eigur tí at verða, at føroyingum dámar væl at lesa um bæði ber mannfólk og um ber konufólk.










