Nakin í sjónbandalagi og tó

Hóast tey bæði eru meiri ella minni nakin í sjónbandalagnum hjá All In, so eru Høgni Eysturoy og Elisabet Skaalum væl nøgd við úrslitið

Í gjár gjørdist sjónbandalagið til sangin »Tú«, sum dreingjabólkurin All In hevur tolkað, alment á YouTube. Og eftir minni enn eitt samdøgur á netinum, er sjónbandalagið víst slakar 7000 ferðir. 

 

Sjónbandalagið er nýtt í Føroyum á tann hátt, at fleiri erotiskar scenur eru at síggja við einum ungum pari. Tað eru tey bæði Høgni Eysturoy og Elisabet Skaalum, sum spæla unga og forelskaða parið. Tey hava ikki roynt seg sum sjónleikarar áður, men eru fegin um royndirnar, tey nú hava fingið.

 

- Vit bæði kendust ikki áðrenn, men tað var kanska bara ein fyrimunur, greiddu tey bæði frá í Morgunsendingini á Rás2, tá tey vórðu spurd, hvussu tað var at gera upptøkurnar, har tey at síggja til eru nakin.

 

- Eg var í einum alt for lítlum pari av svimjibuksum, fortaldi Høgni Eysturoy, sum soleiðis ongantíð var fullkomiliga nakin. Tað sama gjørdi seg galdandi fyri Elisabet Skaalum.

- Eg var í undirklæðum og hevði allatíðina lakið um meg, so tað var ongantíð óbehagiligt upp nakran máta, greiddi Elisabet Skaalum frá.

 

- Vinmenninir prika meg eitt sindur, so eg havi hoyrt eitt sindur fyri hetta. Men tað er tað mesta tvætl, og fólk halda, at myndirnar eru flottar, segði Høgni Eysturoy millum annað.

 

Hoyr samrøðuna, sum Evi Tausen og Mirjam Pætursdóttir gjørdu við Elisabet Skaalum og Høgna Eysturoy í Morgunsendingini á Rás2 við at trýsta á pílin undir myndini.

 

Trýst HER fyri at síggja sjónbandalagið »Tú« hjá All In.