Sjónvarpsverturin, Andrea Elisabeth Rudolph, krevur fyrrverandi ábyrgdarblaðstjóran á Se & Hør, Henrik Qvortrup, dømdan fyri at hava víst myndir av sær naknari. Málið byrjaði fyri fýra árum síðani, tá Se & Hør í juli 2006 vísti myndir av donsku sjónvarpsvertinnuni, Andreu Elisabeth Rudolph, naknari á strondini við táverandi unnusta sínum.
Andrea Elisabeth Rudolph kravdi beinanvegin endurgjald fyri at blaðið uttan loyvi vísti myndir av naknu bróstunum. Men meðan bíðað var eftir einari avgerð fór málið frá einari sak til tvær, tí Se & Hør hevði skrivað á forsíðuni eina ávísing sum nevndist »I seng med Andrea«, og skuldi lokka lesarar at leita til greinina inni í blaðnum, og sum snúði seg um at ein meklari hevði sett íbúðina hjá Andreu Elisabeth Rudolph til sølu.
Í desember 2007 dømdi býarrætturin í Frederiksberg Henrik Qvortrup at gjalda 20 dagbøtur á 1.000 krónur, gjalda 100.000 krónur í endurgjaldi til Andreu Elisabeth Rudolph og at gjalda sakarkostnaðin á 27.700 krónur.
Hetta metti sakførarin hjá Qvortrup tó vera í yvirkantinum tá hugsað var um, at ein bólkaneyðtøka hevði givið 75.000 krónur í endurgjaldi, meðan eitt harðskapsoffur hvði fingið 80.000 krónur í endurgjaldi.
Dómurin varð broyttur í Eystara Landsrætti til 50.000 krónur, og Se & Hør varð partvíst fríkent.
Men tað heldur Andrea Elisabeth Rudolph vera ov lítið, og eftir fýra árum er málið so endað í Hægstarætti.
Dómur fellur væntandi í næstu viku, skrivar ekstrabladet.dk.