Nakið og ópolerað

Fríggjadagin kemur fløga við All That Rain á hillarnar í sølubúðunum. Bólkurin hevur lagt dent á at skapað eitt heilskapað verk frá byrjan til enda. Ein ætlan, ið er hugsað ígjøgnum frá byrjan til enda og úrslitið er nakið og avdúkandi, júst sum ætlað

 

Tónleikur


Regnið hevur skolað av himli síðstu dagarnar. Og, sum vóru tað hægri maktir, ið ráddu, so fall regnið saman við útgávu og fylgjandi tíðindafundi í Útvarpshøllini við All That Rain.

Týsdagin løgdu limirnir í All That Rain fram nýggju fløguna. Skipað varð fyri tíðindafundi og lítlari konsert við bestubitum av fløguni.

- Nú er fløgan komin út og vit vóna tað besta, søgdu tónleikararnir.

Greitt varð frá á tíðindafundinum, at tað var ikki av tilvild, at fløgan varð løgd fram í høllini hjá ÚF. Tí júst har er fløgan upptikin. Og tað er gjørt skjótt og á serstakan hátt.

Vanligt er - og hevur verið - at ljóðførini verða tikin upp hvør sær. All That Rain hava allir tikið upp í senn og upp á stutta tíð - 60 tímar. Alt rúmið er brúkt og tað lekur ímillum upptøkurnar, tá so er.

Greið ætlan

Men júst "live" kenslan og tað ópoleraða hevur ligið í greiðu ætlanini hjá All That Rain.

Nevnast kann í hesum sambandi, at bólkurin óivað er føroyski bólkurin, ið spælir mest kring landið og er hann tí í góðari venjing.

Fløgan nevnist Naked Truth - Nakni Sannleikin - og er hetta samstundis felagsnevnarin á heildarætlanini: Nakið, ópolerað og óspilt.

Heitið og tónleikur fylgjast á hesi leið. Og eisini fløguhúsin, har ymiskt nakið eisini er at hóma.

All That Rain siga seg hava arbeitt við tøkningi, ið er sera dugnaligur, men poleraður av náttúr, og hevur samstarvið tí verið spennandi og væleydnað og nakið, sum ætlað.

Útgerðin kann alt!

All That Rain hava nýtt nýggju útgerðina hjá Útvarpinum til serstøku upptøkurnar. Annars hevði úrslitið ikki verið, tað er, eru teir samdir um.

- Útgerðin kann alt!, sigur Jens Marni Hansen, men tekur hetta til eftirtektar og leggur afturat, at gott nokk kann útgerðin ikki kóka vatn.

Hinir báðir í bólkinum, Jens Tummas og Henning, leggja tó stillisliga afturat, at framkomna útgerðin saktans kann vaska upp!!

Seamja er um, at útgerð og høll fær heitastu viðmæli.

Út um landoddarnar

Finnur Hansen, tónleikari og tøkningur, hevur verið tøkningur hjá All That Rain. Og limirnir rósa honum. Teir hava verið niðri og ljóðblandð fløguna og eru væl nøgdir við úrslitið.

Og All That Rain fara at royna at føra nýggju útgávuna fram uttan fyri landoddarnar

Prátið kemur inn á Prix Føroyar, har limirnir í All That Rain hava verið á øðrum plássi 3 tær seinastu kappingarnar. Hesum eru teir tó ikki so keddir av, tí tað letur til, at fólk vilja hava tað, teir hava at bjóða. Eisini var. t.d. kappingin í ár góð vørulýsing fyri nýggju útgávuni.

Danir vitjaðu Prix Føroyar í ár og løgdu dent á, at teir vildu hoyra okkurt serføroyskt. Sjógv og hval.

Hesir fingu orð við á vegnum frá All That Rain.

- Vit satsa ikki so nógv uppá originalitet í týdninginum, sum teir løgdu í tað. Tað skal ljóða væl og okkum sjálvum dámar tað. Fólk koma eisini aftur tá vit spæla og vit spæla nógv. Vónandi hendir tað, at føroyskur tónleikur kemur á MTV, ella aðrastaðir. Um ikki okkara tónleikur, so onkur annar, siga limirnir í All That Rain.

Uppá fyrispurning, hvørt teir eru klárir at stinga í sekkin, skuldi eitt gott tilboð komið uttan úr heimi, siga All That Rain, at tað eru teir. Teir dylja tó ikki, at ikki bert Danmark er í teirra hugaheimi, men hví ikki eisini hugsa um t.d. Írland, Ongland og Ísland?, spyrja teir.

Fløgan kemur út fríggjadagin og er væleydnað og nakin, sum ætlað. Ein heild frá byrjan til henda, har teir 3 í bólkinum allir sleppa framat at, so einki vantar í heildini, hóast rásarúmið er stórt til hvønn einstakan. Ein væl úr hondum greidd (út)gáva, ið ikki er so væl pakka inn. Nakin ópolerað og erlig.

Sp/f Sakin og 3?arin standa fyri útgávuni hjá All That Rain, ið fæst kring landið.


Í Føroyum regnar!!


Eftir tíðindafundin í Útvarpshøllini týsdagin, fór All That Rain á pallin at spæla nøkur løg. Jens Marni hevði bert akkustiskan guitar, enn eitt prógv um nakna sannleikan, og at her var ein ósminkað framførsla í væntu.

Og so var. Løgini av naknu fløguni vórðu framførd stillisliga fyri samankomnu fjøldini. Eitt tætt og erligt upplivilsi.

Limirnir prógvaðu seg og bólkin. Júst sum høvið er so gott til undir slíkum umstøðum. Teir eru bara 3 í bólkinum, so rúm er ikki fyri veikum liðum. Og veikleikar og dygdir trína væl fram.

Veikleikar og slíkt tos er tó óaktuelt í samband við Føroya mest spælandi bólk, All That Rain. Í stillu og spentu høllini spældi All That Rain nakið, akkusitiskt, og prógvaði, at talan er um ein bólk, í dugir sítt! Dugnaligur tónleikarar hvør í sínum lagi, men saman eru ein fullkomin eind.

Vakurt, yndisligt, hugtakandi, væl leikt, gott!!

All That Rain endaði við væl kenda trummuleikinum , har allir leika trummu. Hetta fer óivað at ljóma kring landið, tá fløgan kemur fríggjadagin, men kanska fara frumskógartrummurnar eisini at bera boð út í heim.

Eitt er víst: Í Føroyum regnar!!