30 ára gamli Shunsuke Nakamura, sum hevur vunnið sær mest sum kult-status í skotska Celtic, sigst nú vera ávegis til Espanyol. Nakamura, sum gjørdist ársins spælari í Skotlandi í 2007, er leysur av sáttmálanum við Celtic, og í Japan vóru vónirnar, at hann kom aftur til Sankei Sports í Japan. Men tann handilin verður eftir øllum at døma til einki.