Ein kuldabrúgv við regni fer framvið Føroyum og eitt hátrýst flytir seg norður eftir bretsku oyggjunu og Norðsjónum. Sum frá líður kemur ein lýggjur streymur av suðri yvir Føroyar. Mikukvøldið fer væntandi ein kuldabrúgv fram við Føroyar av útnyrðingi, síðani av vestri við onkrum æli.
Mánadagin verður lot til andøvsgul, 3 til 8 metrar um sekudnið, í støðum upp í stívt andøvsgul av vestri, 10 metrar um sekundið. Turt og onkur sólglotti og hitin millum 8 og 11 stig. Um náttina gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt, men skýgggjað og hitin millum 8 og 10 stig.
Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum øtlar upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið, um náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað, men yvirhøvur turt og hitin um 10 stig.
Mikudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og suðri, 10 til 15 metrar um sekundið, sum seinnapartin snarar í ein vestan og makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið . Skýggjað og eina stund regn av vestri, men um kvøldið samdrigið og okkurt æli. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.
Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 metrar um sekundið, í støðum upp í strúk í vindi, 13 metrar um sekundið. Samdrigið og okkurt æli og hitin millum 7 og 10 stig.
Fríggjadagin andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13. Skýggjað og okkurt æli og hitin um 10 stig.
Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 metrar um sekundið, sum makar niður í eitt gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið. Okkurt æli og møguliga sólglottar. Hitin um 10 stig.









