Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað verður nakað av avfalli um vikuskiftið. Bæði í dag og í morgin verður regn ella ælaveður, men sunnudagin verður eisini møguleiki fyri sólglottum.
DMI sigur, at í dag vera 8-13 m/s av landsynningi og suðri, seinni av útsynningi og suðri. Seinnapartin eitt skifti 3-10 m/s av ymsum ættum, í nátt 5-10 m/s av vestri. Samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin verður millum 8 og 12 stig.
Sunnudagin vera 5-10 m/s av vestri. Samdrigið og regn ella ælaveður, men út á dagin bara einstøk æl og møguleiki fyri sólglottum. Um náttina 8-13 m/s av vestri og útsynningi. Skýggjað og onkur æl. Hitin millum 7 og 11 stig.