_- Partrolararnir koma inn at landa, sum vikan gongur. Fiskiskapurin eftir upsa er smáligur, men nakað fæst av hvítfiski saman við upsanum.
Tað veit Fiskamarknaður Føroya at siga.
Lagt verður aftrat, at bara ein djúpvatnstrolari er á ísfiskaveiði undir Føroyum - og tveir, sum frysta veiðina umborð, eru eisini til fiskiskap.
- Djúpvatnstrolarin, sum er á svartkalvaveiði, landar væntandi seinast í hesi vikuni.
Fríggjadagin, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar, var bara ein trolbátur til fiskiskap og kemur helst inn at landa í morgin.