Men givið er, at leiðslan í Fólkaflokkinum hevur fingið nakað meira at hugsa um, og her eru viðurskifti, vit fara at tosa nærri um.
Tað er altíð veljarin, sum í síðsta enda avger valúrslitið, hann hevur rættin, men satt at siga, undrist eg á valúrslitið í Vágum.
Politiska rákið verður ofta vent av mongum ymiskum og kanska løgnum hugsanum.
Eingin framgongd uttan broytingar
Føroyar ? eins og londini uttan um okkum ? standa í løtuni fyri stórum broytingum, tað verið seg vinnuliga, innan samskifti og ferðslu og ikki minst ríkisrættarliga. Tað kann tykjast torført at fylgja skjóta útviklinginum, nú ein partur av vinnu okkara helst verður innan oljuvinnu og avleiðingum av henni og at allur stuðul til fiskivinnuna er horvin, við einum betri úrsliti.
Fólkaflokkurin í Vágum hevur seinastu árini átt umboðið, sum fyrst gjørdist formaður í fíggjarnevndini og síðani landsstýrismaður í fiskivinnumálum, nevniliga Jørgen Niclasen, Jóanis Nielsen hevur um-boðað Vágarnar á tingi.
Hesir báðir hava verið eldsálir fyri framburði, hvør á sínum øki. Teirra partur í tænastuni fyri Vágunum hevur verið tiltikin, givið verulig úrslit og kann koma at geva Vágunum nógv meira.
Skapa stóran framburð í Vágum
Við teimum hava vit fingið gongd á Vágatunnilin, meðan bæði Finnbogi Arge og Bjarni Djurholm hava sitið sum landsstýrismenn, Gásadalsbergholið varð sett á eftir dugnaligum arbeiði frá báðum vágatingmonnunum. Jørgen Niclasen hevur við einum samdum Fólkaflokki fingið Skipaeftirlitið flutt í Vágar.
Soleiðis kemur øll Vágoyggin upp í hin partin av Føroyum, samstundis sum partar av almennu umsitingini koma at gera sítt til at breiðka samfelagið í Vágum.
Eg havi spurt meg sjálvan, hvør orsøkin er til, at Vágarnar ikki tóku betur undir við Fólkaflokkinum til fólkatingsvalið!
Eru vágafólk rædd fyri broytingunum, sum henda í landi okkara vinnuliga ella ríkisrættarliga!
Latið okkum ikki verða afturútsigld, tí vit ræddust broytingar
Fólkaflokkurin virkar fyri broytingum, ið virka framburð í landi okkara, broytingum, ið ikki ganga skjótari enn vit búskaparliga tola.