Føroyingar fyri fyrstu ferð á fundi uttalands
Fyri umleið 30 árum síðan stóð eg sjálvur, sum formaður í fótbóltsdeild ÍSF´s umboðandi føroyska fótbólt á norðurlendskum fótbóltsfundi við Laugarvatn í Íslandi.
Hetta var fyrstu ferð at føroyskur fótbóltur luttók á fundi við aðrar fótbóltssamgongur. Fyrstu ferð høvi beyðst at bera fram hugsjónarliga ískoyti til framtíðar alheims fótbóltin. Fyrstu ferð føroyingar sluppu at vísa hinum norðanlondunum á tann tørvin at sleppa at luttaka sum javnbjóðis limur í evropeiskum- og alheims fótbóltsfelagsskapum.
Hóast at fundurin við Laugarvatn gjørdist rættuliga rokmikil, eydnaðist tað at fáa bygt eina brúgv millum føroyingar og hini norðurlondini.
Formaðurin í svendska fótbóltssambandinum, formaður í norðurlendsku fótbóltssamgonguni og limur í UEFA Tori Brodd, sáli saman við Ellert Schram, formanni í Íslendska Fótbólts-sambandinum átóku sær at vera talsmenn føroyinga í hesum málið.
Umleið 15 ár eftir fundin við Laugarvatn hava føroyingar fingið viðurkenning sína, tá limaskapur í teirri norðurlendsku-, evropeisku- og alheims fótbóltssamgonguni var ein veruleiki.
Fyrsti landsleikur
føroyinga
Tá føroyingar spældu sín fyrsta landsdyst í fótbólt í Landskrona 12. sept. 1990 móti eysturríkarum, hevið eg tað serligu gleði at vera hjástaddur. Ein ógloymandi løta - sum, umframt dystin sjálvan, eisini goymdi hópin av kenslum um tað sum lá í søguni aftanfyri hendingina. M.a. kom eg at hugsa um, hvussu fegin eg hevið viljað at Tori Brodd, sáli var millum okkara og kundi uppliva sín leiklut í søguni. Ikki minst tí at fyrsti landsleikur føroyinga júst var Svøríki - heimlandi hansara.
Um hetta mundi var eg eisini býráðsformaður í Havn, og visti at býráðið av fullum alvi royndi at útvega FSF ein alheimsviðurkendan grasvøll, og soleiðis virka fyri, at landsleikirnir kundu leikast heima í Føroyum og sjálvsagt í høvuðstaðnum.
Við virðing fyri tí, sum toftamenn hava avrikað og um hetta mundi megnaðu at leggja fyri dagin, skal eg tó loyva mær at viðmerkja, at tað ikki vóru toftamenn, sum gjørdu at vit máttu steðga á við ætlanum okkara at gera alheimsfótbóltsvøllin í Gundadali.
Ætlanin hjá okkum í Havn var í stórum grundað á kommununar egna førleika, men sum nakað óvanligt hevið ein sponsorur bjóða sær til at leggja rættiliga nógvar pengar í ætlanina. Hesin trekti seg sjálvsagt tá landsstýrið, sum tá m.a. var mannað við Olafi Olsen og Jógvan Ingvardi Olsen valdu at geva Svangaskarði tilsøgn um almennan studning.
Gundadalur - mekka hjá føroyskum fótbólti
Í bryjanini av seinastu øld vóru menn í Havn so framskygdir, at teir løgdu eitt ótrúliga stórt økið í Gundadali millum Varðagøtu og Hoydalsveginvegin av til ítróttarendamál. At ímynda sær at menn fyri 100 árum síðan høvdu slíkar visjónir um ætlanir til ítróttarendamál er ikki lætt at skilja, men so mikið meira vert at virða.
Vantandi møguleikar hjá kommununi at útvega grundøkir ella kanska stuttskygni gjørdi, at umleið helvtin av økinum í Gundadali bleiv máa burtur til onnur endamál og endaði niður í tí stødd vit kenna í dag.
Nógvar ætlanir hava verið í Gundadali gjøgnum árini, men tær seinastu hava allar haft tríggjar fótbóltsvallir í sær.
Tá farið varð undir at byggja nýggju svimjuhøllina fyrst í 80-unum, vóru tað nógv, sum setti spurning við um tað var rætt, at byggja svimjihøllina á stadionøkinum, har hon nú liggur. Orsøkin var tann, at nú trongdist í Gundadali, og at møguleikarnir fyri at menna bæði bóltspæl og frælsan ítrótt í Gundadali gjørdist avmarkaðir.
Tá farið varð undir ætlaninar at gera ein alheimsfótbóltsvøll við frælsum ítrótti, gjørdist hesin veruleiki sjónligur ? leistin til eina ætlan við fótbólti og frælsum ítrótti var edinfalt ov lítil, sum m.a. fyrverandi býararkitektur Gunnar Hoydal gjørdi vart við.
Neyðugt var tí at minka um rennibreytina soleiðis, at hon bert hevið 6 breytir, og tá FIFA kom við krøvum um, at fótbóltsvøllurin skuldi breiðkast frá 65 m upp í 68 m ? vóru møguleikanir fyri semjum ella kompromisum ikki at fáa eyga á.
Endi varð, at avgerð bleiv tikin um, at í Gundadali skuldi fótbólturin, sum eigur sína søgu har aftur til 1908, fáa fyrsta rættin. Heldur enn eitt »kompromis« har ongin fær sítt, bleiv avgjørt at Gundadalur í høvuðsheitinum framhaldandi skuldi hýsa bóltspæli, og framhaldandi skuldi vera miðdepilin fyri føroyska fótbólt.
FSF og Býráðið ganga saman
Stríðið ella orðadrátturin um fótbóltsvøll við ella uttan rennibreyt kundi tí ikki enda øðrvísi, enn at avgerð varð tikin um at byggja fótbóltsvøll í Gundadali, sum leyk øll altjóða krøv. Ein fótbóltsvøll uttan rennibreyt. Treytirnar hjá frælsu ítróttini vóru sostatt, at hóskandi øki til rennibreyt skuldi finnast aðrastaðni. Eingin ivi eigur at vera um, at henda avgerð er lóglig, er væl lýst og væl grundað.
FSF og Tórshavnar býráð gera av at ganga saman um at gera eitt alheims viðurkent fótbóltstadion í Gundadali. FSF við Torleif Sigurðsson á odda hevið alla tíðina víst á, at neyðugt var við einum viðurkendum alheims fótboltsvølli aftrat, og at Gundadalur var hóskandi pláss til endamálið.
FSF ynskti ikki, at rennibreyt var kring vøllin. FSF ynskti, at pláss skuldi verða fyri umleið 9.000 áskoðarum.
FSF viðmælti ætlanini til landsmyndugleikanar. Og tá ætlanin eisini sampakkaði við tað, sum UEFA og FIFA treyta sær av framtíðar alheims fótbóltsstadion, varð viðmæli FSF,s eisini givið hesum.
Grunnurin Tórsvøllur, sum er settur at stjórna ætlanini er skipaður soleiðis, at Tórshavnar býráð velur formannin, FSF ein nevndarlim og løgmaður ein nevndarlim. Tórshavnar Býráð vildi við hesi samanseting vísa á, at ávirkan á lidna verkið skuldi FSF, landsstýrið og býráðið hava.
Inni á heimasíðuni hjá Tórsvølli www.torsvollur.fo eru myndir og tekningar av teim ætlanum, sum eru møguligar at fremja einaferð í framtíðini. Hesar hugmyndirnar eru beinleiðis sprotnar úr teimum ætlanum, sum vóru grundarlagið undir fyrra projektinum við rennibreyt. Her var nevnliga eisini talan um annað virksemi s.s. hølir til ítróttarendamál, frítíðarhølir, almennar tænastur, skrivstovur, tænastufyritøkur, ítróttarbýli v.m. og her var fíggingarmynstrið eisini grundað á almennan stuðul og privatar sponsorar.
Aðalskrivari FSF skrivaði fyri tíð síðan, at Tórsvøllur tók sponsorpengar frá feløgunum. Hoyrdi hetta aftur í sendingini Føroyar í Dag. Tórsvøllur hevur alla tíðina grundað sítt virksemi partvís á sponsorpengar, men vit hava so avgjørt ikki tikið nakað meira frá sponsorpuljuni, enn verkætlanin hevur havt brúk fyri. Hvørji áhugamál kann aðalskrivarin hava, tá hann roynir at seta slíkar kílar millum Tórsvøll og feløgini?
Eg læs við stórum áhuga um ætlanina at byggja nýggja fótbóltshøll í Skálabotni. Ein stór ætlan, sum eisini er grundað á sponsorpengar ? sjálvsagt ? ella ?
Framtíðar
gras(líkis)vøllur ?
Herfyri upplýsti FSF skrivstovan, at FIFA longu næsta ár fór at viðurkenna 3. ættarliðs graslíki til landsdystir. Ein upplýsing, sum í sær sjálvum er áhugaverd, men átti at verið viðgjørd í størri samanhangi, har fyrimunir og vansar verða lýstir.
Tað er rættiliga grundleggjandi fyri eina verkætlan, sum Tórsvøll, um vit longu næsta ár kunnu legga graslíki á ístaðin fyri vanligt gras.
Fyri Tórsvøll, sum fyriskipara av dystum og tiltøkum, og fyri fótbóltin í Havn gevur hetta nýggjar møguleikar.
Ber hetta til, uttan at vit missa rættind í evropeisku kappingini, ljóðar hetta spennandi.
Fari tó fyribils at loyva mær at ivast í, um lond sum Týskland, Frakland, Ongland, Italia fara at góðtaka at leika á graslíki.
Status ídag.
Vit, sum í dag varða av dagliga rakstrinum av Tórsvølli, hava fingið viðurkenning frá Tórshavnar býráð frá fyrsta degi, og ávegis hevur býráðið bøtt munandi um umstøðunar.
Enn eru vit ikki komnir á mál, men er ikki so langt eftir, at vit kunnu siga, at karmarnir kring Tórsvøll eru nøktandi til at skipa fyri stórdystum og tiltøkum annars.
Enn vantar at fáa tekju yvir áskoðaraplássini soleiðis, at veður og vindur ikki hava so stóran ávirkan á, um fyriskipanin eydnast væl ella illa. Her verður hugsað um at áskoðarin skal fáa eitt so gott upplivilsi, sum til ber. Her verður eisini hugsað um eitt tryggari fíggjarligt grundarlag at byggja virksemið á.
Í løtuni verður tí roynt at finna útveg fyri at tekja eystaru langsíðu soleiðis, at umleið 3.000 fólk kunnu sleppa undir tak. Vit tosa her um eina íløgu uppá umleið 10 mill.
Vit hava fingið avtalur við sponsorar og ásanna, at uttan hesar, var ætlanin ikki komin so langt, sum hon er komin. Vónandi kunnu vit eisini í framtíðini fáa slíkar avtalur.
Allur rakstur av Tórsvølli verður gjørdu ókeypis, og beinasemi frá ymiskum persónum og felagsskapum hevur verið stórt. Hetta ger, at so at siga allar inntøkur fara til at gjalda aftur tey lán, grunnurin hevur tikið.
FSF og Tórsvøllur hava haft felags áhugamál av altjóða fótbóltsleikvøllinum á Tórsvølli ? og eftir mínum tykki við góðum úrsliti. Tað er nú ikki hent so lítið, síðan vit byrjaðu í 1999.
Frá byrjan vóru tað tó kreftir innan FSF, sum ikki tóku so heilhjartað undir við Tórsvallarætlanini ? og í sendingini Føroyar í Dag visti útvarpsverturin at siga, ? at FSF ætlar sær burturúr Tórsvallargrunninum og harvið sleppa síni ávirkan á verkætlanina. Hetta kenna vit, sum varða av grunninum, onki til, men eru sjálvsagt noyddir at fyrihalda okkum til, um hetta verður so.
Um hetta skyldast, at FSF ikki longur hevur brúk fyri Tórsvølli, ella um hetta skyldast aðrar ? fyri okkum ikki kendar ? orsakir, kunnu vit bert gita um, men tó kunnu vit ásanna, at FSF er ein felagsskapur, sum er í stríð við seg sjálvan, at kreppan innanhýsis er við at gera meira og meira um seg, og at tað frammrættað arbeiðið, sum FSF eigur at byggja á, er við at drukna í smáligum kegli ? føroyskum fótbólti til stóran skaða.
Mítt ynski fyri FSF skal tí verða, at feløguni aftur gerast miðdepilin í FSF. At FSF ikki er ein felagsskapur, sum hevur nokk í sær sjálvum ella »ein statur í statinum«, men ein frammrættað samgonga av fótbóltsfeløgunum við klárum yvirornaðum málum at røkka. Tann spírin, sum í síni tíð bleiv settur niður, hevur vunnið Føroyum og føroyingum stóran sóma kring allan heim og elvt til samanhald og stoltleika millum føroyingar. FSF eigur at fjálga um hetta og leggja til brots. Málini eru har ? setið kósina, og vit eru nógv sum fylgja tykkum.