Jógvan við Keldu, løgtingsmaður
Nakrir dagar eru nú farnir síðani fram kom í fjølmiðlunum, at 13 landspolitikarar í brævi til løgmann samgonguleiðara bóðu um at fáa sett skjóttarbeiðandi arbeiðsbólk við tveimum politikarum úr hvørjum samgonguflokki og at skrivari verður settur, fyri at koma við uppskoti um “hvøjrir stovnar møguleiki er at leggja út um landið”.
Lat meg gera greitt, sum átti at komi fram í sendingini 62 norður í útvaprinum, at allir tinglimir í samgonguni fingu tilboð at undirskriva brævið, men bara lands-
politikararnir nýttu høvið, meðan lokalpolitikarar í høvuðsstaðnum ikki ynsktu.
Oddagreinin í Dimmalætting 13. mars viðgjørdi málið, sum vanligt tá talan er um annað enn høvuðsstaðin, subjektivt, og kallaði átakið “jánkasligt valagn”, meðan Sosialurin viðgjørdi tað, sum teir oftast gera, eitt sindur breiðari, men gjørdu vart við, at um ikki allir almennir stovnar lógu í høvuðsstaðnum, varð vónleyst at kappast við Reykjavík, London, Geneve og Keypmannahavn.
Síðani komu báðir travararnir og lokalpolitikararnir, nú- og fyrrverandi borgarstjórarnir Heðin Mortensen og Poul Michelsen, og seinast sending útvarpsins 62 Norður, har okkara serstaki hagtalsfrøðingur segði nakað.
Sterkari og førleikaførari øki
Heldur enn at fara í endaleysa trætan við hesi, kundi eg hugsað mær at farið víðari.
Fyri tað fyrsta er ikki í einum framkomnum landi í longdini gongd leið hálvavegna at gera statskvett, tá ein stovnur skal flytast, hóast hetta higartil hevur verið einasta gongda leið, tá hann skal flytast úr høvuðsstaðnum, tí sovorið skal gerast við skili.
Í øðrum lagi er neyðugt við sterkari og meiri savnaðum økjum úti um landið og meiri førleikagevandi kommunum. Fáa vit ikki samfeld samfeløg við vinnu, mentan, sosialum og útbúgvingarligum greinum, doyggja økini, tí fólk við útbúgvingum fer har arbeiði er, har frítíðarvirksemi, barnaansing, grundøki og har eitt livandi samfelag er.
Ússaligt úrvarpsorðaskifti
Í sendingini 62 norður seinasta fríggjadag royndi Herman Oskarsson at staðfesta við einum eiði, at ikki bar til at politikarar sótu í eini tílíkari nevnd, sum er mjarrað upp í saman í útvarpinum, tí her skuldi ein gransking fara fram. Tá hendir ikki meira enn tað, sum er hent, uttan at vit fáa áralangt kostnaðarmikið arbeiði til onga nyttu.
Tá eg hoyrdi hesi bæði – fjølmiðlafólkið og hagtalsfrøðingin – kom eg at hugsa um ein, sum hevði verið á skeiði. Tá hann kom aftur, varð hann spurdur, hvat hann hevði fingið burtur úr. “Jú,” segði hann, “eg eri líka óvitandi sum áðrenn, men nú liggur tað bara á hægri støði”. Her var eingin kritiskur spurningur og sjálvandi tí ótrúliga vánaligt afturljóð.