Magnus Tausen, stjóri í Nám
----
Í hesum døgum havi eg samband við heilsuverkið. Tað er einki at ynskja sær. Ikki bara tí at talan er um sjúku, men sanniliga eisini fyri ta vøru, ið latin verður viðskiftafólkunum. Eg skal ikki her viðgera starvsbólkar, hóast eg sum avvarandi onga samskipan hómi, hoyri boð í allar ættir og siti við songarstokk hjá pápa mínum, sum nú hevur mist álit á skipanini og tí vón um heilsubót. Mær á hjarta liggur at lýsa, at vit innihaldsliga gjalda høgan prís fyri at hava trý sjúkrahús, og at júst tann bygnaðurin er oyðileggjandi.
Pápi verður innlagdur. Hóast 25 ár í skipanini við hjartatrupulleika, tveimum skurðviðgerðum, journalum upp og niður, er einki at síggja aftur av øllum hesum, nú sjúka vitjar aftur. Einki! Fyrst liggjandi á gongini saman við fleiri øðrum, tí allar stovur eru fullar. Bíðitíð eftir læknum, bíðitíð eftir skanning í dagavís og vikuvís, og eg kundi hildið á. Ein oyðimarkargongd, sum hevur verið í mánaðir og nú seinast í vikur á sjúkrahúsinum. Ikki tí at hetta er nýtt, tí tað tók skipanin 8 mánaðir at koma fram til skurðviðgerð, tá ið støðan var tann sama fyri fleiri árum síðan.
Fyri mær eigur eitt og hvørt virkisøki og einamest sjúkrahúsverk at verða grundað á fakligt innihald og ikki landafrøði. Fólk kunnu doyggja av hesum – álitið doyr í øllum førum. Eg haldi meg síggja, at júst hetta politiskt avgjørda tríbýti, umframt alt møguligt annað, verður brúkt sum ein ”umberingar trumfur” hjá sjúkrahúsunum. Landssjúkrahúsið umber seg við, at her er yvirfylt, tí hini sjúkrahúsini eru tóm og øvugt siga hini, at vit hava ov lítla orku og manning til viðgerðir. Og øll hava tey rætt.
Eg haldi ikki, at fakliga viðgerðin hjá pápa er nóg væl samskipað! Og tað er tíverri ikki nýkomið, tí hesi seinastu árini hava eftirlitisvitjanirnar fyri hjartatrupulleikan ikki verið á dagsskrá. Tað vóru tær annars fyrr. Kanska er tað tí, at fremsta talið í aldrinum nú er 7. Eg havi ein óhugnaligan illgruna um tað – vónandi ógrundaðan illgruna, men hann er har.
Tað, sum eg tó ikki havi illgruna um, men veit við vissu, er, at vit hava politikarar, sum við makt og veldi skulu halda fast í verandi sjúkrahúsbygnaði.
Eg eri karvandi líka glaður, um einasti sjúkrahúsbygningur okkara verður í Klaksvík ella onkra aðrastaðni. Men tað skal vera eitt sjúkrahús innihaldsliga, fakliga og leiðsluliga. Og so er eingin ”umberingar trumfur” at spæla út við.
Nú eri eg vorðin nakað so rasandi inn á politikarar okkara, sum seta heilsuna hjá fólki afturum lokalpolitikk. Tit skapa ikki bestu karmar hjá fakfólki í heilsuverkinum at virka. Einum heilsuverki, sum altíð fer at hava stórar avbjóðingar, tí vit eru fá og fjarskotin.
Mín niðurstøða er, at vit hava einki Landsstýri og einki Føroya Løgting. Tað snýr seg um at nøra at sær fyri løtuvinningin heldur enn at nøra um fyri heildina og felagsskapin. Tí hava vit ongan rætt at siga, at vit eru ein tjóð. Leysar oyggjar og einki annað!