Mikudagur í hesi vikuni var ein álitisváttan hjá teimum, ið trúgva, at tað ber til at víðka føroyskt sjálvstýri innanfyri ríkisfelagsskapin, hóast fundurin milllum Høgna Hoydal og danska starvsbróðurin bert var ein av fleiri yvirtøkufundum, har hinir løgið nokk ikki hava fingi somu fjølmiðlaumtalu.
Varaløgmaður kallaði við vanligum lítillætni úrslitið av fundinum við Frank Jensen fyri eitt gjøgnumbrot. Valla man tað verða eitt gjøgnumbrot, at føroyingar kunnu yvirtaka ábyrgd av málsøkjum innanfyri ríkisfelagsskapin. Hetta hava vit kunnað tey seinastu meira enn 50 árini og koma at kunna hetta í nógv ár framyvir.
At varaløgmaður so, sum ikki einaferð, hevur eina aðra tulking av støðuni enn verðin annars, er sjálvsagt eitt sindur óheppið. Eisini er tað eitt sindur óheppið tá ráðharrar ikki eru vaksnir nokk til at koma við felags niðurstøðum frá fundum. Føroyingar, ið hava havt ein her av embætisfólki og øðrum at skriva littar bøkur og koma við greiningum av varierandi góðsku, áttu ikki at havt nakað ímóti, at embætismenn skulu hyggja at yvirtøkumálum.
Hvussu so víkir og vendir, so fáa vit nú einans eina løgtingssamtykt, ið væntandi verður broytt eftir næsta val. ?Borðið fangar? og ?nú ella aldrin? politikkurin hjá samgonguni hevur spælt fallit og fingu vit enn eitt prógv um hettar mikudagin í hesi vikuni.
Høgni Hoydal skal hava til rós, at hann ikki elvdi til rok og konfrontatión niðri á Christiansborg nú í vikuni ? ikki enn í hvussu so er. Nú er bert eftir at vóna, at hann lærir av hesum úrsliti og ásannar, at tað ber til at víðka um føroyskt sjálvstýri innanfyri ríkisfelagsskapin. Ger hann tað, so er breiða semjan, sum allir flokkar kunnu taka undir við, næstan rokkin. Ger hann ikki tað, so má hann forklára føroya fólki, hvussu tað kann bera til, at tað ber til at fáa víðkað sjálvstýri uttan at hava stovnsett fullveldi. Hettar var jú ein av ivasomu niðurstøðunum í Hvítubók, nevniliga, at núverandi heimastýrislóg longu var í víðara lagi í mun til grundlógina, og tí var neyvan grundarlag fyri einari víðkaðari skipan innanfyri ríkisfelagsskapin. Veruleikin er, at tað sum ikki bar til sambært Hvítubók, vísir seg at verða tað einasta sum ber til!
Tað ber við hóvsemi til at víðka føroyskt sjálvstýri so langt sum vit ynskja tað innanfyri ríkisfelagsskapin. Formalistiska orðklúgvaríið, ið vit hava verið vitni til seinastu 3 árini, um at fullveldi er einasti vegurin fram, var so dyggiliga mótprógvað í farnu viku, og mátti onkur teoretikari sitið eftir við reyðum oyrum.