Smyril: - Jú, Smyril er fínur. Eg veit ikki, kanska er hann ov fínur.
Ein av teimum sum er farin mangan túrin um fjørðin er 70 ára gamla Karin Johansen úr Hovi.
Nú hesin nýggi er komin og er settur í sigling, kann hon bara stutt staðfesta:
- Hetta er nakað heilt annað.
- Eg síggi, at hann er fullur av fólki í kvøld. Vónandi verður hann tað hvørja ferð, sigur hon.
Kostar
Karin hevur sett seg við eitt vindeyga í stýriborðs síðu, og sindur og bindur, samstundis sum hon prátar við eitt annað ferðafólk.
Hon situr á dekki 5, har tað er meiri róligt. Longur upp er helst meiri óróligt, hóast skipið ikki letur veður og vind við seg koma henda fyrsta túrin.
Tosið kemur eisini inn á túratalið, men Karin heldur at skal túratalið økjast uppaftur meiri, so mugu fleiri ferðafólk eisini gera brúk av skipinum.
- Eg veit at alt hetta kostar, men eg haldi at her í oynni er so nógv annað sum manglar pening, t.d. innan sjúkrahúsverkið, sigur hon.