Í februar vóru løntakararnir 26.279 í tali. Løntakaratalið er støðugt vaksið síðani 2013, tá løntakarararnir vóru um 23.700 í tali.
Tað vísir nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya.
Uppgerðin vísir eisini, at nakað fleiri menn enn kvinnur eru løntakarar, og munurin millum kynini er øktur nakað seinastu tíðina.
Parturin av mannfólkum er síðani 2013 vaksin eitt vet, úr 51,2% upp í 51,9%, eftir at býtið hevur verið støðugt síðani 2009.
13.603 menn og 12.676 kvinnur vóru løntakarar í februar.










