Nakað av vindi aftur í dag

Í dag verður upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10-15 m/s, sum seinni snarar í ein vestan og minkar niður í 5-10 m/s.

 

Tað verður samdrigið við ælaveðri. Seinni í kvøld fer at regna.

 

Vindur veksur aftur í nátt av útsynningi, 8-13 m/s, í støðum upp í 15 m/s.

 

Hitin alt døgnið fer at liggja millum tvey og sjey stig.