Nakað av herverki


 

Løgreglutíðindi


Barnagarðurin á Lítlaskógi hevur stórar trupulleikar av smádreingjum, ið renna á takinum á barnagarðinum, tí takpláturnar eru ikki so sterkar, at tær halda til, at fólk rennur á tí. Um vikuskiftið eru fleiri plátur aftur brotnaðar.

Løgreglan hevur tí fingið fráboðan um, at hetta er ein stórur trupulleiki. Skaðarnir gerast stórir, sum frálíður.

Harumframt hevur nakað av herverki verið. Onkur skúli hevur staðið fyri skotum, og okkurt handilsvindeygað er eisini brotið.

Bara tvey fólk hava verið á støðini og sovið rúsin av. Hetta er ikki nógv, tá hugsað verður um, at løgreglustøðin síðan ársskiftið í miðal hevur havt ein persón um samdøgrið inni á støðini at sova rúsin av sær.

Annars verður sagt av løgreglustøðini, at tey hava verið nógv úti um vikuskiftið, og tað hevur kanska verið fyribyrgjandi.