Naja Marie Aidt á føroyskum

Vencil fjórði bjóðar nú fyrstu føroysku týðingina av Naja Marie Aidt, ið fyri stuttum vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins

Stuttsøgan er úr fyrsta stuttsøgusavninum hjá Naja Marie Aidt, Vandmærket, frá 1993. Stuttsøgan ?Sum einglarnir flúgva? (á donskum: ?Som englene flyver?) er ein svørt 80´ara stuttsøga um narko, sex og deyða, sum er endað sum skyldulestur á donsku miðnámsskúlunum. Tað er Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, sum hevur týtt til føroyskt.

Millum føroysku debutantarnar í Vencil hesuferð er Annika Skaalum, sum hevur skrivað eina yrking, ið er um 11. september 2001, tá ið tvey flogfør rendu inn í tvíburðatornini í New York.

Durita L. Jóansdóttir er enn ein føroyskur debutantur. Hon hevur skrivað eina speiska ritroynd, ið er ein viðmerking til okkara samleika (ella manglandi samleika) og um djórið í vápnaskjølduri okkara ? veðrin.

Í sambandi við nýggjastu útgávuna av Vencil liggja eisini nýggjar upptøkur av upplestrum á heimasíðuni www.vencil.fo, har tað eisini ber til at tekna seg sum haldara.

Vencil fæst eisini í bókabúðunum.