Tað tóktist vera eydnan, tá ungi Steven Naismith eftir eitt flott kappingarár skuldi seljast frá Kilmarnock til Glasgow Rangers fyri £450.000. Nú sigur spælarin, sum í evstu løtu varð tikin í hópin til Føroya-ferðina, at hann óttast eitt summar, har hann ikki veit, hvørt hann er keyptur ella seldur. Kilmarnock er nevnliga als ikki áhugað í at selja áleyparan, sum helst vil hava framtíðina greidda, áðrenn hann fer í summarfrí eftir landsdystin mikukvøldið.