Tað gongur striltið at skipa eina nýggja svenska stjórn, aftaná at hvørki reyðgrøni ella blái blokkurin vunnu meiriluta á svenska ríkisdagsvalinum 9. september.
Stefan Löfven, sitandi forsætisráðharri og leiðari fyri Sosialdemokratarnar, boðar nevniliga í morgun frá, at hann ikki megnar at koma í mál við at skipa eina nýggja stjórn.
- Við tí eg havi fingið at vita higartil, so er fyritreytirnar ikki til staðar fyri, at eg kann skipa eina stjórn, ið Ríkisdagurin góðtekur, segði Stefan Löfven á tíðindafundi í morgun sambært SVT.
Stefan Löfven er næsti floksleiðarin, ið gevur skarvin yvir. Fyri tveimum vikum síðan var tað Ulf Kristersson, floksleiðari fyri Moderatarnar, ið gav skarvin yvir, aftaná at hann hevði fingið tvær vikur at skipa stjórn.
Sostatt er tað Andreas Norlén, tingformaður í Ríkisdegnum, ið eigur næsta leik í svenska talvinum um valdið. Svenskir miðlar vænta, at hann nú letur Annie Lööf, leiðara fyri svenska Miðflokkin, gera eina roynd at skipa eina stjórn upp á tvørs av blokkunum.
Á ríkisdagsvalinum fekk reyðgrøni blokkurin 144 sessir, blái blokkurin fekk 143 sessir, meðan Svøríkidemokratarnir fingu 62 sessir. Ein av orsøkunum til læstu støðuna er, at semja er millum svensku flokkarnar, at halda Svøríkidemokratarnir frá allari ávirkan.