Nema-samtakið hevur nú bert ein stjóra, eftir Rolf Herup Olsen er farin úr sínum stjórastarvi í samtakinum Heimasíðan 24timar.com skrivar, at Nema-samtakið nú bert hevur ein stjóra, og tað er Christian Nagata.
Síðani samtakið varð stovnað, hevur Rolf Herup Olsen verið stjóri saman við Christian Nagata, men Rolf Herup Olsen gevst nú í stjórastarvinum.
Christian Nagata sigur 24timar.com, at Rolf Herup Olsen fer frá í fullari semju við nevnd og leiðslu, men verður hann knýttur at fyritøkuni so leingi, sum tað er neyðugt.
Í Nema samtakinum er millum annað fyritøkurnar SENTA, ið veitur KT tænastur, og handlarnir City í Tórshavn, Klaskvík og Runavík.