Fýra fólk eru dripin í einum ísraelskum dronuálopi á Hamas-skrivstovuna í libanesiska høvuðsstaðnum, Beirut.
Libanesiska tíðindastovan NNA, sum staturin rekur, veit at siga, at millum tey fýra, er ein høgtstandandi Hamas-leiðari.
Sjónvarpsrásin, Mayadeen í Libanon, sum stuðlar Iran, veit at siga, at næstovasti Hamas-leiðarin, Saleh Arouri, læt lív í álopinum.
Tíðindastovan Reuters endurgevur eisini radiostøðina Aqsa, sum hevur tilknýti til Hamas, og støðin váttar, at Saleh Arouri er deyður.