Næsti útidystur hjá KÍ: Atlantic flýgur beinleiðis til Molde

Beinleiðis flogferð úr Føroyum til seinna dystin í uppgerðini millum KÍ og Molde

Tá KÍ skal til Molde at spæla seinna dystin í triðja umfari í Champions League, verður skipað fyri beinleiðis flogferð úr Føroyum til Molde í Noreg.

 

Tað skrivar KÍ á heimasíðu síni í dag.

 

Dysturin verður týskvøldið 15. august.

 

Fonn Flog skipar fyri bólkatúri í hesum sambandi.

 

– Meira kunning kemur seinni, skrivar KÍ.