Fýra mál eru á skránni til ársins fyrsta tingfund, sum verður týsdagin 23. januar klokkan 11.
Har er uppskot til samtyktar um luttøku hjá Føroyum í verjusemju, sum er til 2. viðgerð. Tað er uppskot frá Sambandsflokkinum. So er uppskot frá løgtingsgrannskoðarunum um at góðkenna landsroknskapin fyri 2022. Triðja málið er uppskot frá landsstýriskvinnuni í almannamálum um brekumboð. Og síðsta málið ár skránni er uppskotið frá Ingilín Strøm, landsstýriskvinnu, um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn – um heimild at stovna almannagagnlig bústaðafeløg, økt lániheimild og útlendsk fígging, o.a.