Nógvur áhugi er fyri konsertini hjá Eivør og Aldubáruni, serliga eftir at tað frættist, at konsertin við sama tilfari í Hofi á Akureyri var so sera væleydna.
Eivør saman við Aldubáruni, okkara fremsta og nokk besta songkvinna, saman við okkara dugnaligastu klassisku tónleikarum, tað er krás fyri kræsnar gómar, og tí er heldur ikki undur í, at áhugin er stórur.
Nú sunnudagin fara tey á pall saman í Norðurlandahúsinum. Við Aldubáruni verða 16 tónleikarar, sum saman við tónleikarunum hjá Eivør, fara at framføra løg av nýggjastu fløguni hjá Eivør, "Room". Harumframt verða eisini onkrir Eivør klassikarar at hoyra, eisini verða framførd tvey nýggj løg.
Tróndur Bogason útsetti tónleikin til vældámdu útgávuna Room og tað er eisini hann, ið ger orkesturútsetingarnar til hesa konsertina. Tónleikurin er latin í nýggjan búna saman við Aldubáruni.
Teir, ið mannað orkestrið hjá Eivør eru Mikael Blak, Tróndur Bogason, Høgni Lisberg og Magnus Johannesen. Við hesi manning saman við Aldubáruni, kunnu vit vænta okkum eitt brak av eini konsert.