Næstan útselt til dystin móti Danmark

Tað er nógv, ið bendir á, at Tórsvøllur verður fulllsettur tá Føroyar og Danmark møtast í HM-undankappingardysti á Tórsvølli leygardagin 4. september

Tað er nógv, ið bendir á, at Tórsvøllur verður fulllsettur tá Føroyar og Danmark møtast í HM-undankappingardysti á Tórsvølli leygardagin 4. september. Einans umleið 500 atgongumerki eru eftir til HM-undankappingardystin móti Danmark, sum verður á Tórsvølli leygardagin 4. september. Tað boðar Fótbóltssambandið frá.

 

Fótbóltssambandið vónar eisini, at tað verður útselt til dystirnar móti Ísrael og Moldova, sum verða 1. og 7. september.

 

– Atgongumerkjasølan seinastu dagarnar hevur gingið væl, og í verandi løtu eru umleið 4.500 atgongumerki seld til dystin móti Danmark, meðan nakað færri eru farin til dystirnar móti Ísrael og Moldova. Nýggja vestursíðan á Tórsvølli er liðug, og pláss er nú fyri beint omanfyri 5.000 áskoðarum kring Tjóðarleikvøllin, skrivar Fótbóltssambandið og leggur afturat:

 

– Tað ræður tí um at skunda sær, um ein skal tryggja sær pláss til komandi landsdystir hjá A-landsliðnum við monnum. Umleið 500 atgongumerki eru eftir til dystin móti dønum, meðan umleið 3.500 eru seld til dystirnar móti Ísrael og Moldova. Sølan fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF og sølan er bert opin fyri føroyskum IP-adressum.

 

Kostnaður:

 

Bólkur 103-106: 300 kr.

 

Bólkur 107 og 108: 225 kr.

 

Bólkur 109, 112 og 113: 150 kr.

 

Skráin:

 

1. september Føroyar – Ísrael

 

4. september Føroyar – Danmark

 

7. september Føroyar – Moldova