Útselt er til stóra tiltakið FMA í Norðurlandahúsinum klokkan 19:30.
Loftmiðlar senda frá tiltakinum, umframt at til ber at síggja tiltakið sjónvarpað á netinum.
Miðlahúsið, Norðurlandahúsið og Kringvarpið heiðra í felag tí besta innan føroyskan tónleik við tiltakinum FMA.
Í løtuni eru síðstu ljóðroyndirnar, men annars tykist alt klárt til stóra tiltakið.
In.fo fylgir við í kvøld, so hvørt sum heiðurslønirnar verða handaðar.