- Vit plaga at fara ein túr á ólavsøku. Enn hava vit børn, ið vilja royna ymiskt, eitt nú tivoli, so her eru vit noydd at fara.
Rannva Vesturklett sigur, at sjálv hevur hon sum fastan tátt at fara ein ella tveir túrar oman í KFUM.
- Vit fara næstan altíð til midnáttarsangin, og so ganga vit og heilsa uppá fólk. Eg royni eisini at fáa tað við, sum hendir á pallinum á Vaglinum.
Rannva Vesturklett heldur, at ólavsøkan er broytt til tað betra, eitt nú við Skálatrøð, sum er eitt perfekt øki til tivoli.










