Næstan 400 dronur sendar eftir málum í Russlandi

Ukrainska álopið í nátt kemur í kjalarvørrinum av, at Russland í gjár sendi fleiri enn 400 dronur móti málum í Ukraina, har átta fólk lótu lív

Russiska verjan sigur í morgun, at tey í nátt hava skotið næstan 400 ukrainskar dronur niður.

 

- Flestu dronurnar vóru sendar móti málum í russisku regiónunum, sum hava mark til Ukraina.

 

Russiska verjan sigur, at ukrainskar dronur eisini vóru sendar móti høvuðsstaði landsins, Moskva og Leningrad.

 

Fyribils er einki frætt um, at nakar hevur fingið løstir í álopinum.

 

Ukrainska dronuálopið á Russland kemur í kjalarvørrinum av, at Russland í gjár sendi fleiri enn 400 dronur móti málum í Ukraina.

 

Sagt verður, at russsiska dronuálopið rakti víða um í Ukraina, eitt nú býin Lviv har vesturi í landinum.

 

- Átta ukrainar lótu lív í russiska álopinum, og fleiri vórðu løstað, vita útlendskir miðlar at siga í morgun.