Næstan 30 ár eftir, at kríggið í Bosnia endaði, hevur landið boðað frá, at nú eru ongar landminur.
– Tað er eitt søguligt markamót, sigur Norsk Folkehjælp, sum fór at rudda landminur í landinum í 2012, og sum síðani hevur staðið fyri sløkum 90 prosentum av minuruddingini. Átakið er fyri ein stóran part goldið av norska uttanríkisráðnum.
– Tey 11 árini, har minuruddingin hevur verið, eru funnar 2.157 ikki sprongdar landminur, upplýsir Per Håkon Breivik, sum hevur staðið fyri arbeiðinum.
Bosnia hevur skrivað undir eina konventión, har landið ger greitt, at minuruddingin skuldið verið endað 1. september í ár.
– Søguligi dagurin er ein týðandi sigur fyri fólkið. Tað gevur vón um eina tryggari framtíð hjá Bosnia-Hercegovina og onnur lond, sum enn líða undir hóttanini av landminum og klynge-lóurin, sigur Breivik.
Í Balkankrígnum í nítiárunum vórðu nógvar landminur spreiddar út yvir alt Bosnia. Nógvar spreingiløðingar brustu ongantíð. Tær hava løstað hundraðtals fólk eftir kríggið, sigur Norsk Folkehjelp.
/ritzau/NTB