Næstan 27.800 fólk eru til arbeiðis

Talið veksur framvegis – men tað gongur ikki so skjótt longur

Í apríl í ár vóri 27.791 fólk til arbeiðis í Føroyum. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni og sostatt eru næstan 500 fólk fleiri til arbeiðis nú enn fyri einum ári síðani. Í prosentum er talan um ein ein vøkstur upp á 1,8 prosent.

 

Hagstovan sigur, at hesi bæði seinastu árini hevur vøksturin verið avmarkaður. Gongdin í løntakaratalinum hevur ikki verið tann sama sum undan koronufarsóttini, men nú tykist løntakaratalið aftur at vera vaksandi og vøksturin gongur skjótari enn áður.

 

Gongdin sæst í talvuni niðan fyri. Fallið, sum sæst í talvuni niðan fyri, er í apríl í 2020, tá ið korona legði nógv virksemi lamið.

 

##med2##

 

Í apríl vóru eini 14.200 menn og 13.600 kvinnur í løntakaraskaranum. Tað er um 260 fleiri menn og 220 fleiri kvinnur enn sama mánað í fjør. Størsta vinnugreinin eru almennar tænastur, tí har hava 10.435 fólk sítt dagliga yrki, og tað eru 1,8 prosent meir enn fyri einum ári síðani. Næststørsta vinnugreinin eru privatar tænastur, har 9.085 fólk arbeiða og tað eru 3,4 prosent meiri enn fyri einum ári síðani.

 

Fiskivinna verður ofta kallað okkara høvuðsvinna, men har arbeiða 4.040 fólk og tað eru 0,2 prosent minni enn fyri einum ári síðani. Annars vísir yvirlitið hjá Hagstovuni, at nú eru 1.204 fiskimenn í Føroyum og tað eru seks prosent minni enn fyri einum ári síðani.