Næstan 200 milliónir í halli næsta ár

Støðan er álvarsom, sigur nýsetta landsstýriskvinnan í fíggjarmálum

- Verður onki gjørt, fer hallið á fíggjarlógini at verða næstan 200 milliónir krónur næsta ár.

 

Tað staðfestur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

 

Í dag leggur hon fíggjarlógina fyri næsta ár, fyri Løgtingið. Men her er bara talan um eina framskrivaða fíggjarlóg, har bara væntaðar lønarhækkingar og príshækkingar, eru tiknar við.

 

Sostatt síggjar fingramerkini hjá samgonguni ikki í hesi fíggjarlógini og har eru ongi politisk tiltøk at henda.

 

Men tað verður júst hetta samgongan fer at gera, nú fíggjarlógin fer til viðgerar í Løgtinginum, áðrenn hon skal samtykkjast í Løtinginum einaferð fyri jól.

 

- Støðan er álvarsom og hendan gongdin kann ikki halda fram, legði hon afturat.

 

Hon sigur eisini, at metingarnar fyri í ár, vísa, at úrslitið verður verri, enn væntað.

 

- Verða ongi átøk sett í verk, verður hallið stórt og tað ber ikki til í so góðum tíðum, sum hesum.

 

Men hon sigur, at møguleikarnir fyri at venda gongdini, eru góðir. Hon hugsar um nýskipanir, at virðisøkja okkara tilfeingi og ein miðvísur vinnupolitikkur.