Næstan 200 fólk fleiri eftir 10 árum

Tað hendir nógv í Nes kommunu, bæði við íbúðar-og sethúsabygging. Tað er einki, sum bendir á, at hugurin at seta búgv er minkandi.

 

- Vit hava ymiskar spennandi útstykkingarætlanir í gongd, sigur Súni í Hjøllum. Mynd: Álvur Haraldsen.

Í Nes kommunu hevur nógv verið bygt í fleiri ár, og nú Eysturoyartunnilin er komin, heldur byggingin fram. Fólkatalið í kommununi er vaksið úr 1.248 fólkum í 2011 og upp í 1439 fólk, sum talið er í dag. Tað merkir, at í 10 ár er talið av íbúgvum í kommununi økt við næstan 200, og tað er eitt stórt tal í einari kommunu av slíkari stødd, sum Nes kommuna er.

 

Ein slíkur vøkstur í fólkatalinum hevur sjálvsagt avbjóðingar við sær, bæði innan barnagarðs-og skúlaøkið og innan sethúsa-og íbúðarbygging. 

 

Í Nes kommunu kann borgarstjórin, Súni í Hjøllum, fegnast um, at fólkavøkstur og bústaðarbygging hevur verið í kommununi í fleiri ár, og tað er einki, sum í løtuni bendir á, at her fer at helma í.

 

Á Kneysum á Toftum eru 18 leigu-og lutaíbúðir bygdar, og her verða nú 16 íbúðir bygdar aftrat, harav tær fyrstu standa lidnar í endanum av hesum árinum. Tað var byggifyritøkan KBH, sum bygdi tær 18 íbúðirnar fyri Bústaðir, og tað er sama fyritøka, sum nú byggir 16 íbúðir aftrat.

 

Men, dugnaligu fólkini í KBH-fyritøkuni eru ikki liðug at byggja íbúðir á Toftum í hesum umfari. Fyri framman bíðar ein spennandi verkætlan um randarhús.

 

Súni í Hjøllum sigur, at tá kommunan í vár bjóðaði út alment eitt øki við Høganesveg, vóru tað tríggjar fyritøkur, sum vístu einari slíkari verkætlan áhuga. Økið, sum kommunan bjóðaði út, er umleið 2000 fermetrar stórt og liggur við ovaru síðu á nýggja vegnum, sum er bygdur norður úr Høganesvegi.

 

- Vit høvdu okkara ynski og treytir í samband við hetta útboð, og av trimum áhugaðum fyritøkum valdu vit verkætlanina hjá KBH, sum er at byggja seks randarhús á hesum lendi. Graviarbeiðið er byrjað, og KBH hevur fingið byggiloyvi til verkætlanina.

 

Borgarstjórin vísir á, at á niðaru síðu á nýggja vegnum, sum gongur inn úr Høganesvegnum, hevur kommunan í fyrstu syfti eisini fingið 12 kommunal grundstykki, sum øll longu eru umbiðin.

 

- Ætlanin hjá okkum er at hava sethúsaøki í niðaru síðu av nýggja vegnum, og síðan ber til at hava randarhús, íbúðir og ymiskt annað í ovaru síðu.

 

Súni í Hjøllum sigur seg hava skilt, at útgrevstur og planering til randarhúsini, sum KBH fer at byggja, verður liðug til jólar, og síðan er ætlanin at byrja at byggja longu í byrjanini av nýggja árinum. 

 

- Vit hava eisini ymiskar aðrar spennandi útstykkingarætlanir í gongd og fólk, sum hugsa um at seta búgv í okkara kommunu, eru altíð vælkomin at seta seg í samband við okkum, sigur borgarstjórin í Nes kommunu.

 

##med2##

 

 

 

- Vit hava ymiskar spennandi útstykkingarætlanir í gongd, sigur Súni í Hjøllum. Mynd: Álvur Haraldsen.

Soleiðis fara randarhúsini, sum KBH fer at byggja við Høganesveg, at síggja út.