Tað skrivar heimasíðan hjá Jóanis Nielsen, jn.fo, sum hevur prátað við virkisleiðsluna hjá Varðanum Pelagic.
Har landaði Finnur Fríði í dag 2.000 tons av svartkjafti, og tá henda lastin er íroknað, hevur virkið tikið móti 99.200 tonsum av uppisjóvarfiski. Við ørðum oðrum, so runda tey á Tvøroyri 100.000 tons, um onkur lastin afturat kemur í ár.