Næsta avbjóðingin: Kava í kavan

Í USA eru tey farin undir nýggja avbjóðing, sum snýr seg um at tveita seg hálvnakin í kava

Vit minnast øll avbjóðingina um at leypa á sjógv ella at fáa ísvatn í høvdið.

Nú nógvur kavi er fleiri staðni í USA, eru fólk farin undir at bjóða hvørjum av í at kava í kalda kavan.

Avbjóðingin, sum byrjaði í Boston, minnir um ta undanfarnu. Fólk taka upp, meðan tey leypa hálvnakin í kavan, og síðani bjóða tey onkrum vinum av í at gera tað sama.

Spurningurin er so, um nýggja trendið verður verðandi hinumegin Atlantshavið, ella um tað kemur yvir um hav eisini.