Næsta ár verður hallið á fíggjarlógini einar 170 milliónir krónur.
Tað ásannaði Jákup Mikkelsen, formaður í Fólkaflokkinum á tingi á Fólkafundinum í Runavík leygardagin.
Fíggjarlógn verður løgd fyri Løgtingið í næstum og Jákup Mikkelsen vil ikki avdúka smálutir í uppskotinum.
Men hann váttar, at samgongan fer at leggja eina fíggjarlóg, har hallið verður einar 170 milliónir krónur.
Men hann vissar samstundis um, at í 2016 skal hallið verða heilt burtur.
Eisini Helgi Abrahamsen, tinglimur fyri Sambandsflokkin, sum eisini er í samgonguni, staðfestir, at hallið skal vera burtur í 2016.
- Bara í ár verða útreiðslurnar til rentur 80 milliónir og tað er ein trupulleiki, sigur hann.
- Men hann staðfestir samstundis eisini, at valár eru sjáldan bílig og hann væntar at okkurt fer at vera gjarað út.
Jenis av Rana, tingformaður fyri Miðflokkin, sum somuleiðis er í samgongu, væntar, at tað fer at síggjast á fíggjarlógini at val er.
Hann vísir á, at samgongan má halda tað, hon hevur lovað um skattalætta til tey lágløntu. Hann vil eisini seta tiltøk í verk fyri at hjálpa teimum, sum eru undir fátækramarkinum.
Men tað hevur hann einki ímóti, so leingi tað, sum verður gjarað út, fer til ”tey á niðastu rók”.
Aksel V.Johannesen vísir á, at samgongan hevur slept fleiri sparingum næsta ár, so at tær skulu gerast í 2016 ístaðin fyri, tvs aftan á at valið hevur verið.
Poul Michelsen í Framsókn ivast ikki í, at tað fer at vera rættiliga stórur munur á fíggjarlógini hjá samgonguni og tað, andstøðan fer at skjóta upp.