Nærvarp skal fáa fólk í býin í Havn

Teir sum eiga VoxPop eiga eisini dansistøð í Havn, og skulu nýta útvarpsrásina at fáa fólk í býin í Havn

Teir sum eiga VoxPop eiga eisini dansistøð í Havn, og skulu nýta útvarpsrásina at fáa fólk í býin í Havn.

 

Tað eru teir tríggir, Rúni M. Djurhuus, Petur Slyne og Haldan Haldansen, sum eiga nýggja nærvarpið í Havn, VoxPop. Støðin sendir tónleik alt samdøgrið.

 

Sambært sendiloyvinum, teir hava fingið, so er talan um eina útvarpsrás, sum einamest fer at senda nýggjan tónleik til borgarar í Havn.

 

– Tónleikur verður sendur 80-90 prosent av tíðini. Restin av tíðini er ætlað lættari práti frá vertum, sum koma at virka sum plátuvendarar gjøgnum allan dagin, siga teir tríggir í umsóknini, teir sendu Mentamálaráðnum 24. oktober.

 

Teir síga, at talan er um eina pop-radiostøð, sum spælir góðan og nýggjasta tónleikin alt samdøgrið. Sjálvir samabera eigararnir nýggja nærvarpið við The Voice, Nova og PopFM í Danmark.

 

Umframt tónleik og prát, so ætla teir at hava stutt tónleikatíðindi hvønn tíma.

 

– Tey verða 1 - 2 minuttir, har vit heilt skjótt kunna um tað nýggjasta, sum hendir innan tónleik og um, hvat hendir í býnum, siga teir.

 

Í umsóknini nevna teir, at teir eisini fara at hava kommunala kunning, uttan tó at útgreina, hvat »kommunal kunning« er. Men greitt verður tilskilað, at talan er um eina útvarpsstøð til borgarar í Tórshavn. Teir siga eisini, at teir fara senda beinleiðis frá tiltøkum í býnum.

 

Um fíggingina siga teir, at støðin verður fíggjað við lýsingarpeningi, sponsoratum og stuðuli – fyrst og fremst í samband við egin tiltøk, egið virksemi og sambond

 

Sambært umsóknini var ætlanin at byrja at senda 1. desember og hava eigararnir veirð í Íslandi og keypt útgerð til útvarpsrásina.

 

Ábyrgdarpersónur er Rúni Djurhus, sum eisini er partaeigari í felagnum. Sambært umsóknini til Mentamálaráðið sigur hann, at Sp/F Vox Entertainment, sum er felagið handa stóra tónleikatiltakið Voxbotn. Rúni Djurhuus er somuleiðis partaeigari í náttkluppanum Rex og Luux, og hevur verið í tónleikavinnuni í meira enn 10 ár, har hann hevur skipað fyri eini rúgvi av konsertum og tónleikatiltøkum.

 

Petur Slyne hevur dagliga ábyrgd av rásini. Hann eigur eisini í Sp/F Vox Entertainment. Hann skal hava yvirorðnaðu ábrygdina og sigur í umsóknini til Mentamálaráðið um seg sjálvan, at hann hevur verið pátuvendari í nógv ár og hevur sítt yrki innan marknaðarføring og blaðútgávu. Radiostøðin hevur til húsa á Grønlandsvegnum 38, har Reproz helt til í sínari tíð. Har er studio longu frammanunan innrættað til endamálið. Petur Slyne kemur at starvast dagliga í bygninginum. Umframt hann verður ein annar vertur, sum skal hava redaktionellu ábyrgdina av hvørjari sending/útvarping.

 

Triði partaeigarin er Haldan Haldansen í Vestmanna, men sambært umsóknini til Mentamálaráðið verður einki nevnt um, hvønn leiklut hann skal hava í nýggju radiostøðini.