Um 11 ár kunnu vit aftur vænta okkum at síggja eitt HM-endaspæl hjá monnum vera leikt í november og desember, júst sum í Katar í fjør.
Kapprenningin um at hýsa HM-endaspælinum í 2034 hevur verið millum Saudiarabia og Avstralia, men nú hevur Avstralia trekt sítt boð aftur.
Hetta merkir, at tað er nærum víst, at HM-endaspælið í 2034 endar í Saudiarabia, bert 12 ár eftir eitt oyðimarkar-HM - ikki fótbóltsliga, men landafrøðiliga.
Aðalfundurin hjá FIFA skal komandi ár taka endaliga støðu til um Saudiarabia skal hava HM-vertsskapin í 2034. Altjóða miðlar skriva, at tað er ógvuliga ósannlíkt, at Saudiarabia missir vertsskapin fyri HM í 2034.
Saudiarabia fer í 2027 at hýsa asiatiska endaspælinum í mansfótbólti, og fær harvið góðar royndir undan HM-endaspælinum í 2034.
HM-endaspælið í 2030 hevur ein fleirbýttan vertsskap millum lond úr trimum heimspørtum, har Spania, Portugal, Marokko, Uruguay, Argentina og Paraguay saman skulu hýsa HM-endaspælinum í 2026. Eitt landafrøðiligt klútateppið av einum HM-endaspæli, ið nógv hava funnist at.
Soleiðis fer leikvøllurin í Ryiadh sum skal brúkast til HM-finaluna í 2034 at síggja út:
##med2##












